EFFO Gundadalur

About

Nøkur ár eru liðin síðan Effo støðin í Gundadali varð umbygd og nútímansgjørd. Nógv bygging og umfatandi broytingar hava síðani sett sín dám á ítróttarøkið í Gundadali og grannalagið. Nevnast kunnu nýtt høvuðssæti til Bank Nordik, útbygging av ítróttarhøllini á Hálsi, útbygging av Tórsvølli, útbygging av svimjihøllini, fyri at nevna nakrar av útbygginginum seinastu árini. Nýggjasta byggingin, og kanska tann við størstu ávirkanini, er Hotel Brandan ið er staðsett stutt eystanfyri Effo støðina.

Nógv økta virksemi í grannalagnum ger tørvin á eini dagføring av Effo støðini í Gundadali, støðugt meira átrokandi.

Í hesum sambandi hevur Effo heitt á ZETA um at gera eitt uppskot um umbygging av verandi Effo støð í Gundadali. Áherðsla er í tilgongdini serliga løgd á at skapa eina meira innbjóðandi og opna støð móti R.C. Effersøesgøtu og Gundadalsvegnum. Onnur viðurskifti, ið áherðsla er løgd á eru, betri atkomuviðurskifti, nýtt caféøki, funktionelt samspæl millum goymslu og áfylling av kølidiskum umframt betri umstøður til bilvask á útiøkinum.

Facts

TYPECOMMISSION
PROGRAMCOMMERCIAL
CLIENTEFFO
LOCATIONTÓRSHAVN , FAROE ISLANDS
YEAR2019
STATUSPROPOSAL