Høganesvegur

About

Grundstykkið liggur sera væl á Høganesvegi á Toftum, við útsýni yvir allan Skálafjørðin. Stykkið er náttúruvakurt við lyngi og gróti, men eisini sera óslætt við stórum hæddarmunum. Avbjóðingin var tí at tekna ein bygning, ið virdi lendið, brúkti hæddarmunin á postivan hátt, og uppfylti krøvini hjá byggiharranum.

Kjallarin er bygdur í eini lagd, við atgongd út á lendið. Í kjallarinum eru m.a. kømur, hjúnakamar  og vaskirúm.

Veghæddin strekkjur seg frá lendinum og yvir á kjallarahæddina. Í hesari hæddini er m.a. bilhús, køkur, stova og sjónvarpstova. Frá stovu er atgongd út á takterrassu, sum skjýtur seg undan ovara bygningskroppinum.

Facts

TYPECOMMISSION
PROGRAMHOUSING, SINGLE FAMILY HOUSE
CLIENTPRIVATE FAMILY
LOCATIONTOFTIR , FAROE ISLANDS
YEAR2019
STATUSPROPOSAL