HÓSVÍKAR RÓÐRARFELAG

Um

Zeta arkitektar hava fingið til uppgávu at tekna eitt nýtt, nýtímans kappróðrarnest til Hósvíkar Róðrarfelag. Húsið skal vera karmur um kappróðurin, men samstundis vera ein sjónligur og livandi partur av bygdini. Endamálið er at skapa eitt hús, sum sameinir ítrótt, felagsskap, mentan og gerandislív.

Húsið skal vera meira enn eitt felagshús. Tað skal vera eitt hús til bygdina, har virksemið í róðrarfelagnum verður sjónligt og ein natúrligur partur av umhvørvinum.

Arkitekturin tekur støði í føroyska kappróðrarbátinum og serliga í rørsluni, sum er í áralagnum. Báturin er eitt sterkt føroyskt symbol, og bæði skap, linjur og rørslur verða tulkað á nýggjan hátt í bygninginum.

Viðurskifti

SLAGBÍLEGGING
SKRÁSETHÚS
KUNDIHÓSVÍKAR RÓÐRARFELAG
STAÐSETINGHÓSVÍK, FØROYAR
ÁR2023
STØÐAUPPSKOT