Um
Felagsbygningurin er hugsaður sum ein náttúrligur partur av lendinum, har arkitektururin bæði brýtur seg úr jørðini og knýtur seg í landslagið.
Innan er bygningurin skipaður kring eitt stórt, opið felagsrúm, sum bindur funktiónirnar saman og skapar eina samanhangandi ferð gjøgnum húsið. Grøn øki, vøkstur, ljós og útsýni verða drigin inn í bygningin og skapa eitt livandi og opið umhvørvi. Í miðjuni er torgið eitt náttúrligt savningarstað, har stóra rúmið fevnir yvir tríggjar hæddir og skapar eina sterka rúmliga uppliving.
Á lendishæddini eru felagsfunktiónir sum matarhøll, kafé, framleiðslukøkur, fyrilestrasalir og lesisalur, meðan skrivstovur og fyrisiting eru meira avskermaðar. Stórar trappur knýta hæddirnar saman og gera ferðina gjøgnum bygningin til ein týðandi part av arkitekturinum.
Á teimum ovaru hæddunum eru undirvísingar- og arbeiðsrúm skipað kring felags uppihaldsøki, bólkarúm og fundarhøli. Balkongir, svalar og yvirdekkað útirúm skapa eitt sterkt samband millum inni og úti og geva møguleika fyri bæði arbeiði og uppihaldi.
Samanumtikið er bygningurin ein opin og livandi felagsbygningur, har landslag, dagsljós, vøkstur og sosial samvera eru integrerað í sjálvan bygningin. Rúm og funktiónir flóta saman, og bygningurin verður bæði ein leið gjøgnum lendið og eitt savningarstað fyri fólk.
Viðurskifti
| SLAG | KAPPING |
| SKRÁ | SKÚLI |
| KUNDI | LANDSVERK |
| STAÐSETING | TÓRSHAVN, FØROYAR |
| ÁR | 2023 |
| STØÐA | UPPSKOT |
















