Um
ZETA arkitektar hava fingið til uppgávu at tekna nýggju Havnará í hjartanum í Havn.
Uppgávan fevnir um at gera eina nýggja og nútímans á frá býarrúminum í millum umsitingarbygningin hjá Løgtinginum og Betri banka til vegamótið, har Tinghúsvegurin møtir Áarvegnum.
Uppskotið vísir á eina loysn í trimum stigum, har ein nýggj á verður løgt omaná verandi innilokaðu Havnará. Nýggja áin rennur í gjøgnum ymisk býarrúm, og tillagar seg til umstøðurnar við at broyta dám og eginleikar – til tíðir er áin lyft upp úr gøtuni, aðrastaðni flýtur hon saman við gøtuni, og aftur aðrastaðni grevur hon seg niður í gøtuna. Verkætlanin er erlig, einkul og vøkur føroysk.
Viðurskifti
| SLAG | BYGGING | 
| SKRÁ | BÝARMENNING | BÝARRÚM | 
| KUNDI | TÓRSHAVNAR KOMMUNA | 
| STAÐSETING | TÓRSHAVN, FØROYAR | 
| ÁR | 2023 | 
| STØÐA | LIÐUGT | 


















