INNI Á FJØRÐ

Um

Vestmanna kommuna hevur heitt á ZETA arkitektar um at gera eina yvirskipaða ætlan fyri menningina Inni á Fjørð, við serligum denti á at betra um umstøðurnar hjá verandi vinnu og serliga ferðavinnuni. Arbeiðið fevnir m.a. um at greina, hvussu atløguviðurskiftini hjá teimum, sum sigla eystur undir land og skipa fiskitúrar, kunnu betrast, og hvussu eitt betri og meira skipað umhvørvi kann skapast fyri bæði verandi og nýggjar aktørar.

Uppgávan umfatar eisini at gera eina yvirskipaða ætlan fyri, hvussu ein bátahavn kann skipast Inni á Fjørð, soleiðis at bæði ferðavinnuvirksemi og vitjandi stuttleikabátar fáa tryggar og góðar umstøður. Harumframt skal arbeiðast við, hvussu komuviðurskifti, so sum parkering og skelting, kunnu gerast so greið og atkomulig sum gjørligt, og hvussu økið inni á Fjørð kann fríðkast og skipast, so tað verður eitt innbjóðandi og hugnaligt øki at dvøljast í fyri bæði borgarar og gestir.

Við nøkrum høvuðsátøkum meta vit, at økið inni á Fjørð kann mennast til eitt livandi og fjølbroytt stað, har ymiskt virksemi og upplivingar ganga hond í hond. Við greiðari skipan av økinum og samspæli millum bygningar, lendi og havnarlív, kann staðið rúma bæði vinnuligum virksemi, ferðavinnu, skúlagongd og frítíðarítrivum.

Vinnulívið far neyðugu karmarnar til dagligt virksemi. Kampingøkið verður gjørt grønt og innbjóðandi. Ferðavinnan fær betur samband við sjógvin. Skúlin fær møguleika at brúka økið sum eitt livandi læru- og trivnaðarumhvørvi.

Á henda hátt verður økið inni á Fjørð eitt opið og innbjóðandi umhvørvi, har dagligt virksemi, mentan og upplivingar skapa eitt fjøltáttað og nútíðar býarrúm.

Viðurskifti

SLAGBÍLEGGING
SKRÁBÝARPLANLEGGING
KUNDIVESTMANNA KOMMUNA
STAÐSETINGVESTMANNA, FØROYAR
ÁR2026
STØÐAUPPSKOT