About
Konseptið fyri nýggja sambýlið á Mýruni er í stóran mun definerað av teimum avmarkingum byggireglugerðin hevur fyri grundstykkið. Mest loyvda bygging fyri økið er 0.3. Hetta hevur við sær at neyðugt er at byggja í tveimum hæddum.
Nýggja sambýlið á Mýruni er skipað í tveimum hæddum, har niðara hæddin er ein avlangur kroppur við greiðum rytmum og modulum. Íbúðirnar í niðaru hæddini er skipað um tveir aksar ið samlað alla niðaru hæddina.
Ovar hæddin er skipað í 3 hús, har íbúðir og aðrar felagsfunktiónur eru staðsettar.
Úttrykkið á nýggja sambýlinum er ein samanseting ein einum einklum formi og yvirbygnaði úr húsum, og á henda hátt skapa eina tilvísing til privata heimið og siðbundna húsasniðið.
Facts
| TYPE | COMPETITION |
| PROGRAM | RESIDENTIAL |
| CLIENT | LANDSVERK |
| LOCATION | TÓRSHAVN , FAROE ISLANDS |
| YEAR | 2018 |
| STATUS | PROPOSAL |



















