Í vinnandi uppskotinum hjá ZETA av nýggja torginum í Vágsbotni, varð millum annað lagt upp til, at møguleiki skuldi vera at staðseta skoytubreytina her um veturin.

Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu teirra, at avgerð nú er tikin um, at skoytubreytin sum royndarverkætlan verður staðsett á torginum í Vágsbotni vetrarhálvuna 2020/21. Royndarverkætlanin skal vera við til at tryggja at nýggja innrættingin av torginum verður skipað og kemur at virka á bestan hátt í nærøkinum.

Les kunningina frá Tórshavnar Kommunu her …