Vestmanna kommuna heitti á ZETA um at gera eina heildarætlan fyri menningina Inni á Fjørð, við serligum denti á at betra um umstøðurnar hjá verandi vinnu og nýggjum aktørum.
Uppgávan umfataði eisini at vísa á hvussu ein bátahavn kann skipast, soleiðis at bæði ferðavinnuvirksemi og vitjandi stuttleikabátar fáa tryggar og góðar umstøður. Harumframt varð arbeitt við, hvussu komuviðurskifti, so sum parkering og skelting, kunnu gerast so greið og atkomulig sum gjørligt, og hvussu økið inni á Fjørð kann fríðkast og skipast, so tað verður eitt innbjóðandi og hugnaligt øki at dvøljast í fyri bæði borgarar og gestir.
Uppskotið varð handað Vestmanna Kommunu um ársskiftið.






























